Tá ið Norrøna var á veg úr Hirtshals til Føroya í gjár, varnaðist onkur av manningi ein mann, sum tey hildu, at tey áttu at kanna nærri.
Tað vísti seg at vera ein loyniferðamaður, sum hevði sníkt seg umborð á Norrønu.
Maðurin varð tikin, og manningin boðaði síðani løgregluni í Føroyum frá. Tá Norrøna so legði at landi í seinnapartin í gjár, varð maðurin tikin.
Maðurin, sum er úr Marokko, hevði einki innferðarloyvi og tí varð hann settur í varðhald.
Hann var fyri í rættinum í dag við tí endamáli at vísa honum av landinum, og ætlanin var so at fáa hann avstað aftur við fyrsta flogfari – nær tað so verður.
Sami maður royndi eisini at sleppa umborð á Norrønu í Hirtshals fyri tveimum vikum síðani, men tá varð hann avdúkaður og steðgaður.
Men, hesuferð eydnaðist tað at sleppa umborð - men so heldur ikki longri enn tað.










