Ein 16 ára gamla genta og ein 24 ára gamal maður eru ákærd fyri ætlanir um bumbuálop móti einum jødiskum skúla í Keypmannahavn og einum skúla í Sjællandi.
16 ára gamla gentan er ákærd fyri at hava skaffað sær tilfar til eina bumbu og ætlanir um at royndarspreingja bumbur í fyrireikingum til eitt bumbuálop móti einum jødiskum skúla í Keypmannahavn.
Hon er eisini ákærd fyri at hava ætlanir um at framleiða eina tøðbumbu til eitt bumbuálop móti einum skúla í Sjællandi, sum hon sjálv hevur gingið í.
Rættarmálið gongur fyri seg handan læstar dyr.
Ein 24 ára gamal maður er handtikin og ákærdur fyri at hava viðvirka í fyrireikingunum av álopunum.
Tey bæði verða ákærd fyri yvirgang sambært grein 114 í revsilógini. Bæði nokta seg sek í ákærunum.
Tað vakti ans, tá danska løgreglan handtók tað tá 15 ára gomlu gentuna 13. januar undir illgruna fyri yvirgangsætlanir. Gentan hevur sitið í varðhaldi síðani, fyrstu tríggjar vikurnar í einakliva.
Hetta er fyrstu ferð, at myndugleikarnir hava nakrar almennar viðmerkingar til málið.
Gentan hevur vent við til islam fyri kortum og hevur áður hálovað jihad á ymiskum netmiðlum. Hon er eisini limur av einum facebookbólki fyri danskar limir av islamska felagsskapinum Hizb ut-Tahrir.
24 ára gamli maðurin varð handtikin dagin eftir. Hann er eisini ein dami, sum hevur vent við til islam, eftir at hann, meðan hann sat inni fyri ein annan dóm møtti nøkrum muslimskum fangum. Hann hevur fleiri ferðir verið í Sýria og hevur har lært at stríðast og handfara vápn, sigur hann sjálvur.