Ætlaða bjargingararbeiðið gjørdist til upptøkuarbeiði

Umsitingarstjórin í felagnum, sum fann innsprongda kavbátin, sker í grát, tá hann fortelur um løtuna, tá undirvatnsfarið hjá teimum fann vraklutirnar á havsins botni.

Sum vit lósu fyrr í vikuni, eru vrakleivdir av kavbátinum Titan komnar til lands í St. John's í Ný Foundlandi, og sagt hevur eisini verið, at hugsandi mannaleivdir eru funnar í vrakinum av kavbátinum.

 

Felagið, Pelagic Research Services, ið arbeiðir við kavandi førum av slíkum slag, sum leitaðu eftir kavbátinum Titan, helt í dag tíðindafund um egin átøk í leitingini eftir Titan.

Umsitingarstjórin í felagnum, Edward Cassano, segði, at tey fingu boð um støðuna við kavbátinum stutt eftir, at móðurskipið hevði mist sambandið við kavbátin.

 

Pelagic Research Services savnaði saman eina manning, og dagin eftir var skipið klárt til bjargingarferðina.

 

- Vit settu okkum fyri at bjarga manningini, sigur umsitingarstjórin, Edward Cassano.

 

Áðrenn Pelagic Research Services kom til staðið, har Titanic sakk fyri meira enn 110 árum síðan, hevði eitt annað felag sent tvey undirvatnsfør niður.

 

Edward Cassano sigur, at eitt undirvatnsfar hjá teimum, sum bert kundi fara niður á 2700 metrar, kortini varð sent niður á havbotnin - ella niður á 3.800 metra dýpi.

 

Men, ikki óvæntað fekk farið tekniskar trupulleikar.

 

##med2##

 

Umsitingarstjórin sker í grát, tá hann fortelur um løtuna, tá undirvatnsfarið hjá teimum fann vraklutirnar stutt eftir, at tað var komin niður á botn.

 

Tá teir um middagin henda dagin funnu vraklutirnar, broyttist bjargingararbeiðið hjá teimum til eitt upptøkuarbeiði.

 

- Hetta er framvegis tungt, og fólk eru móð, segði ein rørdur Edward Cassano hjá Pelagic Research Services.

 

 

 

Edward Cassano, umsitingarstjóri í Pelagic Research Services.