Í gjár var árliga mentanarvikan á Runavíkar-leiðini skotin í gongd, og tiltøk eru alla hesa vikuna.
Hetta er tíggjunda árið, at skipað verður fyri ráðstevnuni FaroExpo, og øll árini hevur ein mentanarvika verið partur av skránni, samstundis sum FaroExpo hevur verið.
Aftur í ár ber mentanarvikan heitið Skýming, og ein av samskiparunum, Etly Nord Højgaard, greiðir soleiðis frá, hvat er á skránni í dag.