Ætla sær fleiri heiðursmerkir

Um vikuskiftið verður kappast um DM í vektlyfting. Her hava føroyingar áður vunnið fleiri heiðursmerki, og vónirnar eru eisini góðar hesaferð

61 kg menn, Niels Áki Mørk

Fyri triðju ferð skulu føroyskir vektlyftarar royna seg í DM-kapping í vektlyfting.

 

Hesa ferð verður kappast í Valby, og ikki færri enn seks føroyingar taka lut í kappingini.

 

Áður hava føroyskir lyftarar vunnið fleiri heiðursmerki – eitt teirra enntá úr gullið. Tað var Pól Hendrikur Andreasen, sum fyri tveimum árum síðani vann DM í sínum vektbólki, men eisini hava fleiri aðrir lyftarar vunnið heiðursmerki.

 

Tey seks, sum fara at lyfta um vikuskiftið eru Maibrit Reynheim Petersen, Asta Egilstoft Nielsen, Leif á Bøgarði, Sofus Bech, Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen. Tey seks eru øll partur av lyftifelagnum Stoyt, men tá kappast verður um DM, eru tey partur av Atlas í Slagelse.

 

Pól Hendrikur er samstundis venjari hjá Astu, meðan tað er Frank Petersen úr Danmark, sum er venjari hjá hinum føroysku lyftarunum.

 

##med2##

 

Heiðursmerki í væntu

 

Frank Petersen er ein royndur harri í danskari vektlyfting. Og hann er sera spentur upp á komandi kappingina. Ikki minst, tí hetta er eitt frálíkt høvi til at máta framstigini, sum føroysku lyftararnir støðugt gera.

 

- Eg eri sera væl nøgdir við tað, sum eg sá í FM-kappingini undan mánaðarskiftinum. Hendan kappingin er eisini bara tvær vikur undan DM, og tí er hon ein frálík upphiting til DM.

 

- Hetta gav okkum eisini høvi til at royna nakað nýtt. Millum annað fluttu vit í tveimum førum ein vektflokk niður. Hetta gjørdu vit við Niels Áka og Pól Hendriki, og tað var júst við atliti til DM- og NM-kappingar, eins og Niels Áki skal til EM fyri U23 um eitt ár.

 

Somikið stórt er álitið hjá Frank á føroysku lyftararnar, at hann væl torir at lova góð úrslit um vikuskifti.

 

- Og tá tosi eg ikki bara um plaseringar, men um at telja heiðursmerkir, sigur venjarin, ið annars hevur hesar vónir til lyftararnar.

 

61 kg menn, Niels Áki Mørk

 

- Her skal eitt DM-heiti fáast til høldar, og longu í ár skulu vit royna at seta donsk met, sum í løtuni eru 100 kg í trekk og 120 kg í vend & stoyt.

 

##med3##

 

67 kg menn, Pól Hendrikur Andreasen

 

- Eisini her skulu vit fara eftir gullinum, og somuleiðis havi eg vónir um komandi luttøku til norðurlendsku meistarakappingina í 2023.

 

##med4##

 

81 kg menn, Leif á Bøgarði

 

- Leif skal avgjørt blanda seg í stríðið um heiðursmerkir, eins og hann gjørdi tað í fjør. Og hvør veit, um vit ikki eisini síggja okkurt persónligt met frá honum?

 

##med5##

 

102 kg menn, Sofus Bech

 

- Sofus hevur verið darvaður av skaða í longri tíð, men hann er loksins komin fyri seg, og hann hevur ferð á í royndunum at fáa enn fleiri kilo í stongina.

 

- Eg vænti, at vit koma at síggja nøkur góð lyft og eina góða plasering í nýggja vektflokkinum hjá honum.

 

##med6##

 

59 kg kvinnur, Asta Egilstoft Nielsen

 

- Hóast Asta framvegis er junior, so hevur hon rokkið úttøkukrøvunum til DM fyri vaksin. Tað verður trupult hjá henni at røkka heiðursmerkjum í hesi DM-kappingini, men tað er møguleiki hjá henni at røkka 130 kg samanlagt, og megnar hon tað, lýkur hon krøvini til luttøku í NM fyri juniorar, sum verður í Finnlandi seinni í ár.

 

##med7##

 

71 kg kvinnur, Maibrit Reynheim Petersen

 

- Í fjør gjørdist talan um eitt fjórða pláss hjá Maibrit, tá henni restaði nøkur heilt fá kilo í at røkka heiðursmerkjum. Í ár skulu vit hava heiðursmerki, og gjarna skulu vit upp um 100 kilo í vend & stoyt. Framvegis ræður um at leggja afturat, og heilt stóra málið í ár er at verða úttikin til EM fyri vaksin, sum verður í Turkalandi í 2024.

 

61 kg menn, Niels Áki Mørk