Ein ógvuliga stórur partur av teimum ungu í Føroyum, sum fara uttanlands at útbúgva seg, vilja sleppa aftur til Føroya at búgva. Tað vísir ein kanning, Handilsskúlin í Havn hevur gjørt. Handilsskúlin sigur í tíðindaskrivi, at tey hava spurt allar næmingar, sum ganga síðsta árið á miðnámsskúlunum í Føroyum, hvørjar útbúgvingarætlanir, teir hava.
Kanningin vísir, at ber tað til at fáa ta útbúgvingina, tey vilja hava, í Føroyum, høvdu 23,2 av teimum ungu tikið av tí møguleikanum, og 18,2 prosent afturat høvdu umhugsað tað, men høvdu helst eisini tikið útbúgvingina í Føroyum. Sostatt eru tað upp ímóti 41,4 prosentum av teimum ungu, sum høvdu tikið sína útbýgving í Føroyum.
Men er dreymaútbúgvingin ikki til taks í Føroyum, høvdu bara 5,1 prosent av teimum tikið eina aðra útbúgving her heima. Hinvegin høvdu 6,3 prosent umhugsað støðuna, men høvdu helst kortini tikið eina útbúgving í Føroyum.
Samstundis vísir kanningin, at heili 81 prosent av teimum ungu í Føroyum, sum fara uttanland, ætla sær at koma aftur til Føroyar. Kortini er veruleikin, at tað kemur bara helvtin heim aftur.
Tey á Handilsskúlanum halda í tíðindaskrivinum, at kunnu tey ungu taka ein part av útbúgvingini her á landi, verða tað væl fleiri enn helvtin, sum høvdu flutt heimaftur, kanska nærri 80 prosent.
|










