- Ætla okkum at enda ólavsøkuna

Tað siga Ragnar Khaliqi og Jógvan Elias Olsen, ið halda at stemningurin er tað besta við ólavsøkuni

- Vit eru komnir á ólavsøka at gera eina longda pub crawl. Vit byrjaðu í gjár, og ætla okkum at enda ólavsøkuna.


Tað siga Ragnar Khaliqi og Jógvan Elias Olsen, ið vit møta sitandi við ein húsavegg úti á Reyni stutt aftaná kappróðurin.


Sum hjá so mongum øðrum, er tað serliga stemningurin, ið er tað besta við ólavsøkuni, sambært teimum báðum ungu vágamonnunum.


- Tað er mest stemningurin og tað, at man møtir so nógvum fólkum, ið er tað besta við ólavsøkuni.


- Vit hava eisini verið til kappróðurin í dag. Har var tað sera keðiligt, at Frúgvin ikki vann. Annars gleða vit okkum til miðnáttarsangin í annaðkvøld, siga teir báðir at enda.