Ætla ikki at lækka elprísin

Hóast eitt yvirskot á nærum 100 milliónir, ætlar SEV ikki at broyta elprísin.

Hóast eitt yvirskot á nærum 100 milliónir krónur í ár, og mett verður at yvirskoti verður 72,5 milliónir krónur næsta ár, ætlar SEV ikki at broyta elprísin. Tað framgongur í frágreiðingini um fíggjargongdini í 2015, ið elfelagið hevur latið fundarluttakarunum á eykaaðalfundinum hjá felagnum.


- Ætlandi fer SEV ikki at broyta elprísin til kundarnar í 2016, hóast felagið væntar eitt avlop í rakstrinum á 72,5 milliónir, skrivar felagið í frágreiðingini.


Grundgevingin er, at felagið ynskir at uppbyggja eina góða búskaparliga støðu, nú felagið fer í holt við fleiri verkætlanir næstu fýra árini.


Millum tær verkætlanirnar eru víðkan av Sundsverkinum, fleiri nýggjar koblingarstøðir, nýggja verkstaðs- og fyrisitingarbygning og útbygging av elnetinum har kaðal til Suðuroy er ein partur.