Ætla ikki at kappast við Atlantsflog

Íslendskt flogfelag fer kanska at flúgva einar seks ferðir ímillum Føroyar og Suðurevropa um hálvárið


- Vit eru áhugaðir í einum samstarvi við føroysku ferðaskrivstovurnar, men ætla okkum ikki út í nakra kapping við Atlantsflog.

 

Tað sigur Jacob Halle, marknaðarstjórin íslendska flogfelagnum, Primera Air, við Rás2.

 

Í gjár visti in.fo at fortelja, at íslendska flogfelagið var áhugað at flúgva við føroyingum, og marknaðarstjórin váttar, at hann var í Føroyum í síðstu viku og  tosaði við ymsu ferðaskrivstovurnar í landinum, tí tær høvdu víst ein áhuga, at gera eitt samstarv við Primera Air.

 

Men hann sigur, at ætlanin er beinleiðis ikki at taka kappingina upp við Atlantsflog á Danmarkarrutuni

Tvørtur ímóti verður møguleikin kannaður at flúgva ímillum Føroyar og Suðurevropa.

 

- Eg dugi væl at síggja møguleikan fyri, at vit gera nakrar túrar til Grand Canaria ella onnur støð í suðurlondum fyri føroysku ferðaskrivstovurnar, sigur marknaðarstjórin við Rás2.

 

Men hann vísir á. at tað verður ikki ein ferð um vikuna, og kanska heldur ikki ein ferð fjúrtanda hvønn dag, men kanska einar seks ferðir um hálvárið, sigur Jacob Helle, marknaðarstjóri í Primera Air.

 

Hann sigur, at tað fer at standa til føroysku ferðaskrivstovurnar at gera av, hvussu ofta og hvar ferðirnar ganga.

 

Men ferðirnar til og úr Føroyum mugu sjálvandi eisini tillagast við, nær flogfør hjá Primera Air eru tøk, sigur marknaðarstjórin.

- Í løtuni bíði eg eftir at frætta aftur frá føroysku ferðskrivstovunum um, hvussu tær síggja fyri sær, at hetta kann skipast, sigur Jacob Helle við Rás2.