Ætla ikki at avtaka 1000 krónu seðilin

Landsstýrið hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at gera broytingar viðvíkjandi føroysku pengaseðlunum

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í svari til grein 52a fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnnu fyri Framsókn.

Tingkvinnan spurdi í kjalarvørrinum á tíðindunum frá danska tjóðbankanum um, at danski 1000 krónurseðilin verður avtikin og inndrigin 31. mai næsta ár, tá eisini allir pengaseðlar, sum eru eldri enn frá 2009, verða inndrignir.

 

Les eisini: 1.000 krónuseðilin fer í søguna

 

Spurningarnir frá Honnu Jensen eru soljóðandi:

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvørjar eru ætlanirnar við føroyska túsundkrónuseðlinum?

2. Hvørjar eru ætlanirnar við eldru føroysku pengaseðlunum og føroyskum pengaseðlum

sum heild?

3. Hvat verður svarið til donsku stjórnina og danskar myndugleikar um hesi mál?

4. Hvørjar eru langtíðarætlanirnar við pengaseðlum og myntum í Føroyum sum

gjaldsmiðlar í framtíðini?

Ruth Vang svarar, at avgerðin um at heinta inn eldri pengaseðlar og ógilda túsundkrónuseðilin fevnir einans um danskar pengaseðlar.

– Landsstýrið hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at gera broytingar viðvíkjandi føroysku pengaseðlunum, sigur landsstýriskvinna.

–  Samskiftið við donsku myndugleikarnar hevur higartil, fyri meginpartin, snúð seg um at samskipa kunningina viðvíkjandi donsku pengaseðlunum, ið skulu heintast inn í Føroyum.

Møguligar broytingar viðvíkjandi føroysku pengaseðlunum verða bert framdar, um føroysk viðurskifti gera, at tað er neyðugt, t. d. við atliti at fyribyrgja hvítvasking og fíggjarligan kriminalitet. Sambært lóg um pengaseðlar vm. í Føroyum verður hetta gjørt eftir avtalu millum Statsministeriið og Landsstýrið.

Landsstýrið er farið undir at kanna, um tørvur er á at gera broytingar.