Seinnapartin fer 07Vestur á heimavølli at biðja farvæl við bestu deildina. AB vitjar í dag, og leygardagin skulu vágamenn til Klaksvíkar. Stigatalvan boðar frá, at hetta eru tvey av niðastu liðunum, sum 07Vestur skal spæla ímóti, men uttan mun til hvussu tað fer at laga seg, so er tað greitt, at 07Vestur næsta kappingarár skal spæla í 1. deild.
Ástøðiliga er tað møguleiki fyri, at AB kann flyta niður, men tað skal vilja meiri enn illa til, um tað´skal laga seg soleiðis. Tað er longu greitt, at 07Vestur og AB eisini næsta ár fara at kappast, hóast annað liðið flytur niður og hitt ikki. Orsøkin er tann, at næstbesta AB liðið hevur tryggjað sær uppflyting í næstbestu deildina og harvið næsta ár verður eitt av mótstøðuliðnum hjá 07Vestur.
AB venjarin Sámal Erik Hentze hevur boðað frá, at hann fer ikki at halda fram á Argjum. AB og Sámal Erik Hentze vóru í djúpum aldudali, áðrenn tað fór at ganga væl, og nú ræður um í tveimum teimum seinastu umførunum at siga farvæl við manér.
Hjá AB vóru Símun Rógvi Hansen, Rói Danielsen og Beinir Ellefsen burturstaddir í landsliðsørindum inntil mikukvøldið, men teir vóru ikki á vøllinum.
Hjá 07Vestur hevur Høgni Egilstoft Nielsen seinastu ferðirnar verið á vøllinum. Hann er við U17 landsliðnum í Georgia og verður tískil ikki við ídag.
07Vestur-AB: Petur Reinert klokkan 15.00.