Ætla at seta vindmyllur upp í Suðuroy

Nú verður kannað, hvar í Suðuroy tað er gott at seta vindmyllur


Ætlanin er nú eisini at seta vindmyllur upp í Suðuroy.

Jarðfeingi sigur, at hesi seinastu tvey árini hava tey arbeitt saman við SEV um at kanna møguleikarnar fyri at seta vindmyllur upp í Suðuroy.

 

Jarðfeingi sigur, at gongst sum ætlað, verður tað fyrst í næsta ári, at fyrsta loyvið til at útvega vindorku í Suðuroy, verður boðið út.

 

Stovnurin leggur afturat, at hendan næsta tíðin skal brúkast til at gera neyðugu vindmátingarnar á teimum plássum, sum verða mett at vera væl hóskandi at seta vindmyllur á.

Eitt pláss, tey á Jarðfeingi hugsa um í hesum sambandi, er Porkerishálsur.