Ætla at seta stjóran hesa vikuna

Tað hevur drigið út at finna nýggja strandferðslustjóran


- Vit vænta at stjórin verður settur hesa vikuna.

Tað sigur Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum.

Tað var í januar, at søkt varð eftir nýggjum stjóra fyri Strandferðsluna og tann 6. februar fór umsóknarfreistin.

 

Miðjað varð at seta stjóran í februar, men hóast að nú eru tveir mánaðir síðani, at umsóknarfreistin fór, er enn eingin stjóri settur.

 

Men Bjørgfríð Ludvig sigur, at í dag verða uppfylgjandi setanarsamrøður og hon æntar, at stjórin verður settur hesa vikuna.

Hon vil ikki siga, hví so drúgv tíð er farin, men hon ásannar, at tey hava havt ávísar avbjóðingar, sum hon málber seg.

 

Annars vóru 14 umsóknir eru til stjórastarvið á Strandferðsluni og tað vóru bara menn, sum søktu.