Ætla at fáa meiri burtur úr

Sandoyingar ganga nýggjar leiðir fyri at fáa meiri burtur úr jørðini

Sandingar eru tiltiknir fyri at hava góð epli og yvirhøvur sigst at tað veksur væl í Sandoy.

 

Og nú ætla tey at fáa meiri burtur úr.

 

Eftir summarfrítíðina verdur nevniliga stovnandi aðalfundur av felagi fyri fólk, sum hava áhuga fyri at velta epli og grønmeti.

 

Endamálið við felganum at menna og fjøltátta landbúnaðin í Sandoynni.

 

Katrin Petersen, sum samskipar vakstrarætlanina í Sandoy, sigur, at í felag skulu limirnir fáa høvi til at finna nýggjar og góðar dyrkingarhættir, so fleiri sløg av vøkstri kunnu heystast. Og so skal felagið eisini stuðla samstarvi um at selja tað, sum velt verdur, og stuðla arbeiðnum at menna av smáframleiðslu yvirhøvur.



- Felagið er ikki bert fyri tey, sum longu nú velta t.d. epli til at selja, men fyri øll, sum hava áhuga í velting og grønmetisframleiðslu í oynni, sigur hon.


- Sandoyggin hevur longu orð á sær fyri at vera gróðrarmiklasta oyggin, og sandeplini eru tiltikin.

 

 

- Tað er hetta, sum ætlanin nú er at gagnnýta betri. At leiðin fram er samstarv millum bøndur, og onnur, sum hava áhuga fyri velting og vøkstri, varð ásannað, tá ein bólkur úr oynni herfyri við stuðli frá Vinnuframa var á kunningarferð í Noregi, og sá góðu úrslitini av at ganga saman í slíkt felag á Røros, og har um vegir.