Ætlanir um leiguíbúðir komu eisini upp at venda á borgarafundinum í Nólsoy herfyri.
- Bústaðir eru ógvuliga positivir fyri einari slíkari verkætlan. Ætlanin var at fara út til Nólsoyar saman við umboðum fyri Bústaðir - fyri borgarafundin herfyri - at hyggja at økinum, har íbúðirnar kunnu byggjast. Men, tað eydnaðist ikki.
Gunnar Djurhuus, økissamskipari hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at ætlanin tí er at fara út um fjørðin saman við umboðum fyri Bústaðir ein av fyrstu døgunum.
Soleiðis, sum økissamskiparin hevur skilt Bústaðir, er stovnurin til reiðar at fara undir bygging av leiguíbúðum í Nólsoy beinanvegin, og í fyrsta umfari verður hugsað um fýra ella seks íbúðir.
- Øki er lagt av til sethúsabygging, og vegur er eisini bygdur. Her verður pláss bæði fyri leiguíbúðum og sethúsum, sigur økissamskiparin.
Hann vísir á, at nólsoyingar hava skipað ein bústaðarbólk sum ger sínar metingar av, hvørjir tørvirnir í Nólsoy eru, og bólkurin heldur, at bygging av leiguíbúðum er eitt gott hugskot.
Gunnar Djurhuus sigur, at tað kanska serliga eru eldri fólk, sum sita við ov stórum húsum, ið kundu hugsast at viljað leigað seg inn hjá Bústøðum.
- Tá Bústaðir byggja leiguíbúðir, er vanligt, at hesar eru opnar fyri øllum, bæði ungum, tilkomnum og eldri, soleiðis at her verður skapt eitt hugnaligt umhvørvi við eini blandingi av fólki í ymiskum aldri.
Økissamskiparin sigur, at samstundis, sum hugsandi er, at nøkur eldri vildu flutt í meira hóskandi leiguíbúðir, høvdu kanska onkur hús í Nólsoy samstundis verið sett á sølulista.
- Tað hevði so aftur givið familjum við børnum høvi at sett búgv í Nólsoy, sigur Gunnar Djurhuus.