Hondbólturin hevur leingi verið høvuðsítróttargreinin í Sjóvar kommunu. StÍF bleiv stovnað í 1942, men vit hava ongantíð havt okkara egnu ítróttarhøll.
- Samstarv hevur verið við okkara góða granna, Skála um, at teir gjørdu ítróttarhøllina tætt við fótbóltsvøllin, og at vit á Strondum skuldu útbyggja skúla og svimjihøll. Síðan skuldu vit samstarva um hesar íløgur. Vit føla okkum tí væl inni á Skála, og ítróttarsamstarvið virkar sera væl.
Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Nýggja ítróttarhøllin, sum tey í Sjóvar kommunu nú ætla sær at byggja, fer at gera umstøðurnar hjá hondbóltsfelagnum StÍF munandi betri, tí høllin á Skála er so nógv upptikin, at hon rúmar ikki tørvinum á venjing í løtuni.
- Umframt at betra um umstøðurnar hjá StÍF, fer íløgan í eina ítróttarhøll eisini at geva ítróttinum sum heild á vestara armi á Skálafjørðinum betri umstøður - og vónandi eisini vera við til at menna okkum sum ítróttartjóð.
Sjóvar kommuna hevur á fíggjarætlanini fyri 2023 sett 8 miljónir krónur av til at fyrireika og byrja arbeiðið at byggja eina ítróttarhøll á Strondum.
- Vit eru komin ásamt um staðsetingina, sum verður sunnan fyri bygdahúsið á Strondum. Eisini er ætlanin at hava ein millumbygning, soleiðis at ítróttarhøll og bygdahús verða knýtt saman. Í jaligum samstarvi við eigara av undirlendinum er avtala gjørd um, at Sjóvar kommuna keypir ein part av matr. nr. 601a til ítróttarhøllina.
Í Sjóvar kommunu siga tey, at staðsetingin av ítróttarhøllini er liður í ætlanini at veksa um virksemið í økinum, har vøggustovur, barnagarður, frítíðarskúli, fótbóltsvøllur og bygdahús longu eru. Frítíðarskúlin verður í løtuni útbygdur, og ætlanin er eisini, at nýggi frítíðarskúlin kemur at virka sum ungdómshús um kvøldarnar. Góð parkeringsviðurskifti eru í økinum, og hetta er ein stórur fyrimunur fyri verkætlanina.
##med2##
- Vit hava samstarvað við JHF Teknistovu um verkætlanina, har vit í hesum sambandi hava mett um stødd, útsjónd og tilfarsnøgdir. Sambært metingini verða samlaðu íløgurnar umleið 50 miljónir krónur.
Myndirnar, sum eru viðheftar hesum greinastubba, eru gjørdar út frá hesum fyrireikingum, og eru hetta fyribils hugmyndir av ætlaðu ítróttarhøllini.
- Hetta er gjørt við tí fyri eyga, at vit kunnu fáa eina nøkulunda hóming av støddini av eini slíkari høll. Næsta stig verður at meta um umstøðurnar inni í høllini, hvat hon skal kunna, og hvussu hon skal síggja út, áðrenn vit, helst í góðum samstarvi við almennu Føroyar og viðkomandi ítróttarfelagsskapir, fara undir at gera verkætlanaruppskot.
Í Sjóvar kommunu leggja tey aftrat, at í hesum fyribils uppleggi fer høllin at hava umleið 800 sitipláss, umframt standipláss, og eisini er ynskiligt, at høllin kann lúka ymisk altjóða krøv, soleiðis at høllin kann brúkast til altjóða dystir í ávísum ítróttargreinum.
##med3##












