Ætla at avgreiða fíggjarlógina í morgin

Fyrsta mál á skránni til løgtingsfundin í morgin klokkan 13:30 verður 3. viðgerð er løgtingsfíggjarlógini fyri 2017.


Ætlanin var at avgreiða hana fríggjadagin, soleiðis at løgtingið kundi fara í jólafrí eftir jólaborðhaldið í Løgtinginum fríggjakvøldið.

 

Men tað gekk verri enn væntað at fáa málið úraftur fíggjarnevndini, og tí varð viðgerðin útsett til tingfund, sum er settur at vera í morgin klokkan 13:30.

 

Hini málini á skránni eru:

 

3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 42/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2016

 

2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 26/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2016 (Saltsilo)

 

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 48/2016: Uppskot til løgtingslóg um miðlastuðul (Miðlastuðulslógin)