Dagarnar 15.-18. juli verður høvi at fara á skeið hjá kenda danska aerobic-instruktørinum Tom Hoel.
Tað eru Guðrun, Annika og Lydia úr Fok, ið hava fingið hann til Føroya.
Tom Hoel undirvísir í kenda Fitness Club Scala í Keypmannahavn og er eigari av »Kazi-Tani Sports Consulting«.
Umframt at vera aerobic-instruktørur er hann eisini klænkiserfrøðingur, og eisini innan tað økið fer hann at halda fyrilestur, bæði í ítróttarhøllini á Kambsdali og í Runavík.
Um Tom Hoel kann sigast, at hann var við á Fitness Club Scala liðnum, sum vann »Aerobic på tværs« í 1996. Sama árið vann hann fríu rundina í Mr. Fitness, og eisini var hann silvurvinnari í aerobic fyri harrar. Í 1997 bleiv hann danskur meistari í aerobic fyri pør.
Tilmelding á tlf. 449955 (frá kl. 10-12 og 13-17.30), eftir arbeiðstíð á tlf. 443189, 441732 ella 441545, í seinasta lagi 1. juli.