Í dag kunnu vit vænta vind, sum er stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi. Vit kunnu eisini vænta æling, men eisini onkrar sólglottar – og hitin millum 11 og 14 stig.
Tað sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum.
Um veðrið mikudagin sigur hann, at hann lakar vindin nakað. Nú sigur hann upp í strúk av landnyrðing og norði, somuleiðis sólglottar og okkurt ælið. Hitin verður í morgin millum 8 og 11 stig.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Peturi Skeel Jacobsen.










