Veðurforsøgnin fyri Føroyar sigur, at tað verður heldur skiftandi veður um vikuskiftið. Roknað verður við ælaveðri, men eisini sólglottum.
DMI sigur, at í dag verður tað fyrst 3-8 m/s av útnyðringi, sum seinnapartin fer í vestan ella útsynning. Tá verður skiftandi skýloft og onkur æl. Hitin verður um 10 stig. Sunnunáttina verður roknað við 3-8 m/s av vestri og ælaveður.
Sunnudagurin byrjar eisini við ælaveðri av vestri ella útnyðringi. Tað verður 3-8 m/s. Út dagin eru utlit fyri turrari veðri, og tá verður eisini møguleiki fyri, at sólin kagar fram. Ættin fer í ein landnyðring um kvøldið, men tað verða framvegis 3-8 m/s. Hitin verður millum 9 og 13 stig – um náttina um 7 stig.










