Ælabogaflaggið veittrar í dag yvir týska tjóðartinginum. Á middegi verður stór Pride-skrúðgonga í høvuðsstaðnum Berlin. - Foto: Christoph Soeder/Ritzau Scanpix

Ælabogaflaggið veittrar á fyrsta sinni yvir týska tjóðartinginum

Fyrireikarar vænta fleiri hundraðtúsund fólk til Pride-skrúðgongu í Berlin í dag

 

 

 

 

 

 

Ælabogaflaggið veittrar í dag yvir týska tjóðartinginum. Á middegi verður stór Pride-skrúðgonga í høvuðsstðanum Berlin. - Foto: Christoph Soeder/Ritzau Scanpix

Ælabogaflaggið veittrar í dag yvir týska tjóðartinginum. Á middegi verður stór Pride-skrúðgonga í høvuðsstaðnum Berlin. - Foto: Christoph Soeder/Ritzau Scanpix

Á fyrsta sinni veittrar ælabogaflaggið, sum er týdningarmikið symbol fyri LGBT-umhvørvið, yvir týska tjóðartinginum, Samveldisdegnum.

 

Flaggið er vundið á stong undan Pride-skrúðgongu í høvuðstaðnum Berlin í dag. Her verður roknað við fleiri hundraðtúsund fólkum sambært fyrireikarunum.

Ælabogaflaggið hevur seks vatnrættar rípur í litunum reytt, appilsingult, gult, grønt, blátt og lilla. Tað var nýtt á fyrsta sinni síðst í sjeytiárunum, og hevur síðani vanliga verið nýtt av LGBT-samfelagnum.

LGBT – ella LGBT+ – fevnir um samkynd, tvíkynd og transpersónar og onnur, sum hava aðrar normar fyri kyn og seksualitet.

Í Týsklandi er Pride-skrúðgongan kend sum Christopher Street Day. Hon er nevnd eftir gøtuni Christopher Street í New York, har mótmælisgongu rí 1969 settu ferð á rørsluna fyri rættindi hjá LGBT-fólkum.

Tað eru bara fáir mánaðir síðani, at týska innanríkisráðið gav loyvi til, at ælabogaflaggið kundi vindast á stong við almennar bygningar.

Tað er í dag vundið á stong á trimum ymsum støðum við tjóðartingið.

Forsetin í Samveldisdegnum, Bärbel Bas, søgdu í juni, at flaggið fór at verða vundið á stong. Tað skal vísa á tey, sum halga lut sín fyri at fevna um margfeldni, var frágreiðingin frá forsetanum.

Skrúðgongan í Berlin verður á middegi í dag lokala tíð, sum er klokkan 11 okkara tíð.

/ritzau/dpa

 

 

Ælabogaflaggið veittrar í dag yvir týska tjóðartinginum. Á middegi verður stór Pride-skrúðgonga í høvuðsstaðnum Berlin. - Foto: Christoph Soeder/Ritzau Scanpix