Ægir kvinnur føroyskt met í 4x200 frí

Ægir kvinnur settu í gjár stórt nýtt føroyskt met í 4x200 metra frísvimjing, tá ið tær á Ægir-stevnuni í Klaksvík svumu teinin uppá 8 minuttir, 38 sekund og 58 hundraðpartar. Tær skóru heili 8,79 sekund av metinum hjá Ægir, sum var 8:47.37, og eru nú eisini bara 0,81 sekund frá føroyska landsliðmetinum, sum er 8:37.77 frá Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í 2011.

 

Tær fýra sum svumu vóru í raðfylgju Victoria Wigant Eysturdal (2:08.28), Signhild Joensen (2:09.34), Ásbjørg Hjelm (2:13.27) og Cecilia Eysturdal (2:07.69). Tær sum áttu føroyska metið vóru Victoria Wigant Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Victoria Biskopstø og Turið S. Christiansen, og tær sum eiga landsliðsmetið eru Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag, umframt Cecilia Eysturdal og Jonna B. Thomsen úr Ægir.