Jonna Bjartalíð Thomsen og Ásbjørg Hjelm, báðari úr Ægir, settu í dag føroysk met til FM stevnuna, umframt at tær vóru við at seta greitt nýtt met í 4x 100 blandað, skrivar svimjing.com.
Jonna Bjartalíð Thomsen setti nýtt føroyskt met í 200 metra firvald á stuttgeil, tá hon vann gull við tíðini 2:21.70. Hon átti sjálv føroyska metið á 2:22.91, frá HS-stevnuni í apríl mánaða.
Ásbjørg Hjelm setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil. Hon vann gull við tíðini 1:11.53. Hon átti sjálv føroyska metið á 1:12.38, frá HS-stevnuni í apríl mánaða.
Ægir kvinnur knústu gamla metið
Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jonna Bjartalíð Thomsen og Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir settu í kvøld risa nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið tær í finaluni á FM-stevnuni svumu teinin uppá 4:18.66.
Hetta var betring av metinum á heili 6.77 sekund, í mun til metið hjá Biritu Debes, Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð og Ceciliu Wigant Eysturdal úr Ægir frá FM 2013, og 4.26 sekund skjótari eisini enn landsliðsmetið á 4:22.92, sum Birita Debes, Malan Vitalis Bærendsen, Bjørg Seloy og Shaila millum Garðarnar settu tá ið tær vunnu greitt gull á á Oyggjaleikum á Álandi í 2009 .
Splitt-tíðirnar hjá teimum fýra í kvøld vóru Signhild 1:04.46, Ásbjørg 1:12.73, Jonna 1:03.08 og Cecilia 58.39.