Ægir fingið høvuðsstuðul fyri komandi trý árini

Høvuðsstuðulin seinastu árini heldur fram í trý ár afturat

Í kavaveðrinum hósdagin tann 18. desember skrivaðu stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, og formaðurin í svimjifelagnum Ægir, Símun á Høvdanum, undir eina nýggja stuðulsavtalu fyri næstu trý árini.


Norðoya Sparikassi hevur verið høvuðssponsor hjá Ægir í nógv ár og heldur fram við samstarvinum komandi árini.

- Í ár hevur gingist væl hjá Ægir og tann svimjarin, sum hevur klárað seg eina best, er Alvi Hjelm, sum kom heimaftur frá norðurlendskari meistarakapping við trimum heiðursmerkjum – tey hevði hann við sær til undirskrivingina hósdagin.

- Aðrir svimjarar, sum hava klárað seg væl í ár, eru: Cecilia Wigant Eysturdal, sum luttók í heimsmeistaraskapinum í Doha, Signhild Joensen, Victoria Wigant Eysturdal og Ásbjørg Hjelm, sum luttóku í NJM, og Alvi Hjelm, sum luttók í NM. Fleiri met eru sett og ungdómsarbeiðið hjá Ægir, við Karsten Wigant Andersen á odda, er við at menna seg aftur, sigur Ægir í tíðindaskrivi.

2015 verður eitt serligt ár fyri Ægir, tí felagið fyllir 40 ár í januar, og í febuar verður stór veitsla hildin í tí sambandi

- Í januar fer okkara 1. lið og 2. lið til Ísland at luttaka í svimjikapping, og so verða Oyggjaleikirnir hildnir á Jersey, og har fara vit at royna at fáa so nógvar svimjarar við sum møguligt.

Formaðurin í Ægir er stak væl nøgdur við sáttmálan, og hann heitti á allar svimjararnar í Ægir, at brúka Norðoya Sparikassa sum peningastovn.