Tann 12. januar 1975 var stovnandi aðalfundur av svimjifelagnum Ægir í Klaksvík. Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini, og har vóru umleið 150 fólk til fyrsta aðalfundin. Har var ymiskt á skránni, eitt nú bleiv navnið Ægir valt, sí Gerðabók niðanfyri.
Í fyrsti nevndina komu hesu:
Poul Nolsøe 127 atkvøður
Jógvan Ellinsgaard 113 atkvøður
Magnus Mikkelsen 108 atkvøður
Helgi Laksafoss 105 atkvøður
Jóannes Klein 108 atkvøður
Til tiltakslimur vóru vald Anna Stampe og Símun Absalonsen.
Á sjálvum 40 ára stovningardegnum er Ægir farin til Ísland á venjingarlegu og til eina kapping seinni í vikuni, sum vit frætta meira um seinni.
Í februar ella mars verður stór veitsla, har núverandi, gamlir svimjarar, nevndarlimir, sponsorar og onnur vera við og ígjøgnum alt árið 2015 verður 40 ára dagurin markeraður.