Advokaturin hjá Jørgeni lagt skjøl fram

Fyrrapartin hevur advokaturin hjá Jørgeni Niclasen lagt fram skjøl í rættinum, sum nú viðger málið um ærumeiðing

Í morgun byrjaði nógv umrødda rættarmálið millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og fýra journalistar.


Jørgen Niclasen hevur stevnt teimum fýra, Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi ábyrgdara á Portalinum.

 

Jørgen Niclasen vil hava tey fýra dømd fyri ærumeiðing í kjalarvørrinum á nógv umrødda tollmálinum, sum Kringvarpið og Portalurin gjørdi nógv burtur úr á sinni.

 

Í morgun legði Christian Andreasen, advokatur hjá Jørgeni Niclasen, skjøl fram í málinum.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra reportaran hjá Miðlahúsinum, Vilmund Jacobsen, greiða frá fyrrapartinum í rættinum.