Advokatur og landsstýrismaður ósamdir um at broyta nevnd

Nýggja samgongan ætlar at broyta heimildirnar hjá uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum til eisini at fevna um verjupolitikk

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum er ikki samdur við Bjørn á Heygum, advokat, sum vísir á, at tað er ikki sum at siga tað at víðka heimildirnar hjá uttanlandsnevndini

 

Uttanlandsnevndin skal í framtíðini eisini fevna um verjupolitisk mál. Men tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, segði Bjørn á Heygum, advokatur, við Kringvarpið í gjár.

Og tað er ikki bara sum at siga tað at broyta stýrisskipanarlógina, tí slíkar broytingar skulu samtykkjast av tveimum Løgtingum. Tað vil siga, at um Løgtingið áðrenn næsta val samtykkir eina broyting í stýrisskipanarlógini, so skal tað Løgtingið, sum tekur við eftir næsta løgtingsval eisini samtykkja sama uppskot, fyri at tað skal fáa gildi.

Men Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, er ikki samdur við advokatin.

Hann sigur, at verjupolitisk mál hoyra undir uttanríkismál. Tað er tí ikki í stríð við stýrisskipanarlógina at umskipa uttanlandsnevndina til eisini at fevna um verjupolitisk mál.