Vit skrivaðu um »kraddarastættina«, advokatarnar, sum duga serliga væl at skriva rokningar.
Men tað er í hesum føri at leggja advokatunum ov nógv fyri, at teir duga so væl at skriva rokningar, tí vit hava eitt so fantastiskt system, sum so at siga skrivar rokningarnar fyri teir. Upphæddin, sum varð nevnd fríggjadagin upp á 4,5 mió krónur var til báðar partarnar í málinum, sakføraran hjá Taks og sakførararan hjá Vinnuni, ávikavist Djóni Thomasen og Christian Andreasen.
Spurningurin er ikki um innsatsin hjá advokatunum, og hvussu nógva tíð teir brúka til slíkt arbeiði, spurningurin er bara, hvussu stór upphæddin er, sum partarnir stríðast um.
So smart fungerar systemið fyri summi. Tí summi eru meira verd enn onnur. Tað er ein avgerð, sum verður tikin onkrastaðni uppi í systeminum. Tað eru fólk, sum eru »klókari« enn politikarar, sum bara standa sum neyt og einki tora at gera við hini fólkini, sum í veruleikanum hava nógv størri makt enn politikararnir.
Um vit umrokna sakførararokningarnar í hesum máli til arbeiðsmannalønir, sum er um 19.600 krónur um mánaðin, so svarar hetta til, at ein maður við arbeiðsmannaløn arbeiddi í 19 ár við hesum máli, áðrenn hann tjenti tað sama, sum hesir báðir advokatarnir.
So vit kunnu bara staðfesta, at fjøldin er býtt, fyri ikki at siga pillbýtt. – Ella í øllum førum, at summi betrakta fjøldina sum býtta, harímillum rættarskipanin.