Advokatar á alnótini

Advokat fyritøkan Faroe Law hevur fingið føroyska heimasíðu. Hetta boðar fyritøkan frá í tíðindaskrivi mánadagin. Á heimasíðuni finnast upplýsingar um virkisøki og starvsfólk hjá fyritøkuni, sum fæst við vinnulívsráðgeving burturav.

MARKNAÐARFØRING

Faroe Law er ein deild av donsku advokatfyritøkuni Dania Advokater A/S, sum hevur serkunnleika í at ráðgeva vinnufyritøkum, sum hava vinnuligt samstarv um landamørk. Føroyska deildin, sum varð stovnað á heysti 2000, fæst soleiðis við at ráðgeva útlendskum fyritøkum, sum virka í Føroyum eins og hon fæst við at ráðgeva føroyskum fyritøkum, sum virka uttan fyri Føroyar. Eitt nú hevur Faroe Law ráðgivið føroyskum virkjum, sum hava roynt seg í Ruslandi. Umframt Faroe Law, sum er deildin í Føroyum, hevur fyritøkan Dania Advokater A/S skrivstovur í Danmark, Grønlandi og Ruslandi. Íalt starvast smá 100 fólk hjá Dania Advokater, harav eru 2 fólk í føstum starvi hjá Faroe Law.

Vinnulívsráðgeving burturav
Nú er ein advokatfyritøka ikki í sjálvum sær, nakað sjáldsamt. Tað serliga við Faroe Law í mun til onnur advokatvirkir í Føroyum er, at fyritøkan fæst við vinnulívsráðgeving burturav. Tað vanliga í Føroyum er annars, at eitt advokatvirki tekur sær av øllum løgfrøðiligum uppgávum alt frá sáttmálaspurningum til revsimál. Men tað ger Faroe Law ikki.

? Vit átaka okkum als ikki uppgávur viðvíkjandi revsirætti ella t.d. familjurætti. Vit halda okkum til vinnulívsráðgeving burturav, sigur Eyðfinnur Jacobsen stjóri á Faroe Law. Eyðfinnur Jacobsen er advokatur, og hann hevur sitið í stjórasessinum hjá Faroe Law síðani í summar. Eyðfinnur Jacobsen er serfrøðingur í føroyskari skattalóggávu. M.a. var hann eitt skifti leiðari á lógardeildini hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

? Tá tit nú bara taka tykkum av vinnulívsráðgeving, hava tit so betri førleika til vinnulívsráðgeving enn onnur advokatvirkir í Føroyum?

? Nei, tú fært meg ikki til at siga, at vit eru betri. Men vit eru avgjørt kappingarførir við aðrar advokatar í Føroyum, tá tað snýr seg um vinnulívsráðgeving.

? Eru tað kanska fleiri pengar í reinari vinnulívsráðgeving enn í tí breiða virkseminum, sum hini advokatvirkini reka?

? Tað kann vera nakað um tað. Vinnulívsráðgeving skapar ikki sama tørv á umsiting sum eitt nú innkrevjingarmál. Soleiðis spara vit kanska eitt sindur av pengum til skrivstovufólk. Men tað er ikki tað avgerandi. Tað avgerandi er, at vit fáast við vinnulívsráðgeving, tí tað er tað vit hava hug til. Fyri mítt egna viðkomandi kann eg siga, at eg havi ongan áhuga fyri eitt nú revsirætti. Hinvegin havi eg stóran áhuga fyri eitt nú skattarætti, og tí vil eg helst fáast við tað, sigur Eyðfinnur Jacobsen.

? Ein av orsøkunum til, at føroysk advokatvirkir átaka sær uppgávur av øllum handa slag, kundi kanska veri, at marknaðurin er so lítil. Er nakað grundarlag fyri einum advokatvirki, sum fæst við vinnulívsráðgeving burturav?

? Tað vita vit ikki heilt enn. Vit hava verið í gongd so stutt, so enn er ilt at siga nakað við vissu. Men royndirnar higartil benda á, at tørvur er á okkara tænastum, sigur Eyðfinnur Jacobsen, sum sjálvur annar starvast á skrivstovuni hjá Faroe Law við Tinghúsvegin í Havn.

Tey, sum vilja vita meira um Faroe Law í Føroyum kunnu vitja nýggju føroysku heimasíðuna hjá fyritøkuni á adressuni www.faroe-law.fo.