Advocaat móti sínum egnu

Hollendski venjarin hjá Zenith Petersborg sigur seg framvegis vera fjeppara hjá Glasgow Rangers. Í kvøld spæla liðini finalu í UEFA Cup-kappingini

Fótbóltur

 

Talan verður avgjørt ikki um finaluna, sum fólk flest roknaðu við, tá russiska Zenit Petersborg og skotska Glasgow Rangers renna inn á vøllinum á City of Manchester Stadium í Onglandi.

Men í finaluni bastu tey bæði feløgini ávikavist Bayern Munchen og Fiorentina, og so hevði tað ikki tað stóra at siga, hvør varð mettur sum favorittur undan teimum uppgerðunum.

Hóast UEFA Cup-kappingin í stóran mun stendur í skugganum av Champions League, so er hampuliga stórt fokus á hollendska venjaranum hjá Zenit, Dick Advocaat. Advocaat, sum eitt skifti var hollendskur landsliðsvenjari, hevur nevnliga eisini verið venjari hjá Glasgow Rangers, og tað er ein tíð, sum hann ongan tíð fer at gloyma.

- Eg havi sagt tað áður. Eg var í felagnum í hálvt-fimta ár, og tað var ein ógloymandi tíð. Eina ferð Rangers – altíð Rangers, er eitt orðafelli, sum enn hóskar til mín, sigur Advocaat við enska SkySport.

Undan dystinum hevur Walther Smith, venjari hjá Glasgow, fýlst at skotska fótbóltssambandinum, tí tað ikki hevur borið til at flyta dystir í heimligu kappingini. Nakað, sum ber við sær, at Rangers skal spæla sjey tíðandi dystir í 18 dagar.

Í Russlandi hevur fótbóltssambandið hinvegin flutt dystir, so Zenit hevur best møguligu fyrireikingarnar, og tað er Advocaat sjálvandi nøgdur um.

- Vinna vit, so siga teir helst, at teir vóru troyttir. Tapa vit, so sigur skotska fótbóltssambandið hinvegin, at teir høvdu rætt, so eg veit ikki, hvussu hetta fer at spæla av. Men sjálvur haldi eg, at vit kanska hava ein lítlan fyrimun í fyrireikingunum sigur Advocaat.

Finalan verður spæld í kvøld og kann síggjast beinleiðis á 3+.