Sunnukvøldið klokkan 20 verður ein rættiliga fjølbroytt konsert í Fríðríkskirkjuni. Vanligt hevur verið hesi seinastu árini, at »Kórið hjá Jóhan« hevur skipað fyri jólakonsert fyrst í adventini. Kórið stendur eisini sum fyriskipari í ár og fer við sínum sangi at seta sín dám á fyrsta sunnudag í advent, men kortini er konsertin nakað øðrvísi enn undanfarin ár.
Í ár verða nógvir musikkskúlanæmingar í Nes Sóknar Musikkskúla við í konsertskránni. Næmingarnir skipa eitt orkestur, ið telur einar tjúgu spælarar. Hetta orkestrið fer at spæla undir hjá kórinum í tveimum sangum. Í orkestrinum eru violinir, cello, horn, tvørfloytur og klarinettir.
Eisini tónleikanæmingar í 9. flokki í skúlanum við Løkin fara at spæla og syngja. Ein sangbólkur mannaður við tíggju monnum verður eisini við.
Konsertin byrjar klokkan 20:00.