Í dag, Sunnudagin 29. novembur, kl. 17.00 verður adventshugni í Sumbiar kirkju. Sunnudagin 29. novembur kl. 17.00 verður adventshugni í Sumbiar kirkju.
Vanligt er, at sunnudagsskúlabørnini koma í kirkju seinasta sunnudag í hvørjum mánaði saman við foreldrum, og eisini eru onkrar ommur og onkrir abbar við.
Í ár er seinasti sunnudagur í november eisini fyrsti sunnudag í advent, og verður tí skipað fyri einum sokallaðum adventshugna við luttøku av Finn Johannesen, sum kanska er best kendur frá Vilt.
Ofta verður sagt, at kirkjan er ov stirvin, so her er møguleiki fyri einari annarleiðis løtu í kirkjuni, sum vónandi mong fara at nýta høvi at luttaka í.
Aftaná verður ein drekkamunnur í skúlanum










