Adventshugni í Kristnastovu

Fríggjakvøldið klokkan 20 verður eitt uttandura hugnakvøld í urtagarðinum í Kristnastovu. Á skránni verður millum annað felagssangur, sangframførslur og sjónleikur. Eisini verður okkurt heitt at drekka og okkurt gott at eta.

Stóri urtagarðurin er sera væl egnaður til slík tiltøk og vóna fyrireikararnir, at nógv fólk koma og at veðrið skikkar sær væl.

Fyrireikararnir heita á fólk um at lata seg væl í til tiltakið. Men viðrar ikki, verður tiltaki sjálvandi flutt innum í salin.

Leygardagin verður jólahald fyri børn kl. 15.00.

Á skránni tá verður millum annað, jólaleikur, sangframførsla, felagssangur, søga og eitt lítið yvirraskilsi til børnini.