Næsta sunnudag, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður adventshugni í Vestmanna kirkju, har eitt nú Vestmanna Kirkjukór fer at syngja jólasálmar og jólasangir.
Á skránni verða eisini tríggir solosangarar, Bergtórur Bjarkhamar, Erla úr Dímun og Birita Poulsen.
Ólavur Højgaard fer saman við Niels Olsen á harmoniku at syngja jólasangir, og undirspælinum taka Heðin Kamsdal og Martin Restorff Jacobsen sær av.
- Adventshugnin byrjar klokkan 19, og eftir konsert-tiltakið verður kaffi í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin, verður sagt úr Vestmanna.