So er 2. sunnudagur í advent og BUBU er klárur við enn fleiri søgum, hyggjuráðum og sangum.
Hesaferð snýr søgan seg um drongin Jóhan, ið so fegin ynskir sær eina lummalykt. Eisini í hesi sendingini er tónleikur, og eru tað Tórfríð Tavsen og Jóhan Mikkelsen, ið framføra ein sera vakran og stillan jólasálm. Umframt hava Hallur, Kristina og Beddi ein frískan sang um jólamannin.
Alt er upptikið í hugnaligum BUBU húsunum heima í Kunoy, sum eru pyntað og fjálg, nú jólini stunda til.
Leinkjan til 2. part sæst her: http://youtu.be/NfFeDwbfpFM<http://www.facebook.com/l.php?u=http://youtu.be/NfFeDwbfpFM&h=IAQH58JGX>










