Adventistaskúlin vitjaði á Sosialinum

Mánadagin 6. september vitjaði 7. flokkur í Adventistaskúlanum á Sosialinum á Argjum. Vitjanin var gjørd í samband at tey í fakinum kunning eisini hava um fjølmiðlar.

Tey fingu at vita um hvussu eitt blað verður til, og sóu hvussu starvsfólkini á miðlahúsinum arbeiddu.

Síðan vitjaðu tey á Prentmiðstøðini, har blaðið varð prentað, og børnini fingu hvør sín Sosial við heim. Lærari í kunning er Katrin Johansen.