Aðru hvørja ferð endar tað javnt

Tvær ferðir hevur Norðurírland vunnið stórt, og tvær ferðir er tað endað javnt

Í kvøld klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Windsor Park í Belfast, har Norðurírland og Føroyar bresta saman í EM undankappingardysti. Hetta er fimta ferðin, at Føroyar og Norðurírland hittast í landsdysti, og hetta er eisini fimta ferðin, at talan er um EM undankappingardyst.

Føroyar og Norðurírland hava verið í EM undankapping saman undan endaspælinum í Svøríki í 1992, tá ið Danmark varð EM vinnari, og aftur í kappingini undan endapælinum í Póllandi og Ukreina í 2012 vóru Føroyar og Norðurírland í sama undankappingarbólki. Tá vann Spania EM endaspælið.

Tveir dystir vórðu spældir í 1991. Úrslitið í Belfast 1. mai 1991 var 1-1. Kári Reynheim skoraði føroyska málið. Tá áttu Føroyar ongan heimavøll. Tí varð heimadysturin spældur í Landskrona 11. september í 1991. Norðurírar søgdu orduliga takk fyri seinast, tá ið teir vunnu 5-0!

Fyri fýra árum síðani – 12. oktober 2010 – vitjaði Norðurírland á Svangaskarði. Úrslitið var 1-1, og føroyskur málsjútti var Christian Lamhauge Holst. Eisini ta ferðina takkaði Norðurírland orduliga fyri seinast. 10. august 2011 var úrslitið í Belfast 4-0!

Millum føroysku spælararnar, sum nú fyrireika seg til avbjóðingina í Belfast seinni í kvøld, eru átta, sum eisini vóru við Í Belfast fyri trimum árum síðani: Jónas þór Næs, Rógvi Baldvinsson, Atli Gregersen, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst og Jóan Símun Edmundsson vóru millum teir fyrstu ellivu, Arnbjørn Hansen varð skiftur inn í 68. minutti fyri Christian Lamhauge Holst, og Viljormur Davidsen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar.