Avtalan, sum Føroyar, ES og Noreg hava gjørt um makrelfiskiskapin, fær ongar avleiðingar fyri Grønland.
Tað sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Finn Karlsen, í einum svari til ein fyrispurning í Landstinginum.
Hann vísir á, at semjan fær onga ávirkan á avtalur, sum Grønland hevur við onnur lond um makrelfiskiskap og nevndi í hesum viðfangi íslendingar, russar og kinesarar.
Grønlendski landsstýrismaðurin ger í svarinum vart við, at Grønland kann ikki góðtaka, um onnur lond taka stig til at forða menningini í tí grønlendska makrelfiskiskapinum, og at landsstýrið fer at seta seg í samband við hesi londini.