Brasilski Adriano hevur veruliga fingið gongd á málskjóting sína, síðani hann orsakað av sálarligum trupulleikum slapp at flyta heim til Brasil. Har spælir hann nú fyri Flamengo, og um vikuskiftið varð hann stóra hetjan, tá hann skeyt bæði málini í 2-0 sigrinum á Fluminese í stóra Rio-Derby’num. Flamengo hevur ikki tapt seinastu seks dystirnar, og er stórfelagið væl fyri í gulldystinum. Fluminese er hinvegin í vanda fyri at flyta niður í næst bestu deildina.