Brasilski álopsspælarin Adrino skikkar sær illa, og tað hevur fingið italska felagið Inter at geva honum eina ovurhonds stóra bót. Adriano møtti ov seint til fyrstu venjingina í ár, og tað kostar 1,1 millión krónur í bót. Adriano helt feriu í Brasil og kom seinni aftur til Italia enn ætlað. Fleiri aðrar ivamsamar hendingar hava verið við Adriano, sum hongur í klønum trái í Inter.










