Adriano: Eg vil til Manchester City

Manchester City og Inter eru ávegis til at gera býtishandil. Tí tann brasilski landsliðsáleyparin Adriano vil vekk frá italska Inter, og næsti steðgur tykist at vera í Manchester City

Sambært enska blaðnum News of the World verður tað arbeitt við at gera býtishandil millum liðini, har Rolando Bianchi fer til Inter og Adriano fer hinvegin. Adriano er longu nú sikkur í at handilin verður gjøgnumførdur.

- Eg havi tosað við felagið, og eg flyti í januar, sigur Adriano.

Manchester City eru eisini settir í samband við ein annan brasilskan áleypara, tað er Alfonso Alves frá Heerenveen.