Adrian var við til at smyrja 07 Vestur av

1. DEILD: Tríggir av føstu monnunum á besta HB liðnum skoraðu fýra mál á næstbesta liðnum, sum í kvøld var í Sørvági

HB hevur mest sum alt kappingarárið verið í nánd av niðurflytingarstrikuni í næstbestu deildini.

Undan síðsta umfari var HB næstaftast, og á pappírinum sá avbjóðingin stór út, tí HB átti útivøll ímóti 07 Vestur.

HB vann sannførandi 5-0 sigur eftir 2-0 í hálvleikinum. Tað ber við sær, at HB endar á áttanda plássi og harvið aftur næsta ár verður umboðað í næstbestu deildini.

Merkisvert er tað, at tríggir spælarar, sum hava verið fastir á besta liðnum, í kvøld vóru á næstbesta HB liðnum í Sørvági. Teir eru Daniel Johansen, Adrian Justinussen og Pætur J. Petersen.

Daniel Johansen legði HB framum, tá ið ein stórur hálvur tími var farin, og tveir minuttir undan steðginum økti Pætur J. Petersen um leiðsluna. Fimm minuttir eftir steðgin økti Rói av Fløtum um munin til 3-0, Adrian Justinussen skoraði tríggjar minuttir seinni og so var 4-0, og miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Pætur J. Petersen stórsigurin.

Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur endar á fjórða plássi við 44 stigum, og at HB endar á áttanda plássi við 29 stigum.