Tað hevur í eina tíð ljóðað, at Adrian Justinussen fór at skifta til Hillerød í næstbestu deildini í Danmark. Í dag hevur Hillerød kunngjørt skifti. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála.
Gøtumaðurin hevur vant við seinastu vikurnar og hevur eisini skorað í venjingardysti fyri Hillerød. 25 ára gamli Adrian Justinussen hevur í nøkur ár havt eitt ynski, um at royna seg uttanlands.
Vit hava fylgt Adriani neyvt í longri tíð. Hann hevur ein framúr høgra fót og eg gleði meg at sleppa at síggja hann spreiða sínar veingir í NordicBet deildini. Um Adrian røkkur so langt sum hann kann, so trúgvi eg upp á at vit kunnu selja hann víðari. Eg vænti mær nógv av honum og eri fegin um, at hann er partur av hópinum hjá okkum, sigur Jackie Rasmussen, stjóri í Hillerød.
Adrian Justinussen telist millum størstu profilarnar í føroyskum fótbólti seinnu árini. 25 ára gamli gøtumaðurin fekk sín fyrsta dyst longu sum 16 ára gamal í 2014. Stóra gjøgnumbrotið kom í 2018, tá hann vann FM og bleiv kosin til ársins spælara.
Í 2020 bleiv hann nærmast altjóða kendur, tá hann skoraði eitt hattrik av fríspørkum, meðan resti av fótbóltsheiminum lá lamin orsaka av koronufarsóttuni. Seinastu kappingarárini hava ikki liva heilt upp til evnini og hetta er ikki fyrstu ferð, at adrian Justinussen hevur verið á veg uttanlands.
Nú hevur hann pakkað gaggurnar og latið 7-talið í HB-húsinum víðari. Hillerød hevur eisini havt vitjan av Andrassi Johansen úr B36, men miðvallari hevur sáttmála við B36 fyri 2024.
##med2##