Adrian skoraði tvey mál og var dagsins leikari

Hillerød vann á Helsingør í málríkum dysti á heimavølli

Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød, teirra millum fyrrverandi B36 og HB-leikarin, Sebastian Pingel tóku í kvøld ímóti Helsingør á Secma vøllinum í Hillerød í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað gekk framúr væl hjá Hillerød, ið vann dystin 4-2.

 

Longu í sjeynda minutti legði Adrian Hillerød á odda. Bert 10 minuttir seinni javnaði Helsingør upp á eitt brotsspark. Men longu í 21. minutti fekk Rasmus Møller Hillerød á sigurskós aftur.

 

Tá 56 minuttir vóru leiktir skoraði Adrian annað málið í kvøld og økti til 3-1. Nicklas Bjerre Schmidt legði upp til annað málið hjá Adrian.

 

Sebastian Pingel vildi eisini sleppa upp í part, og tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini økti hann til 4-1 aftaná eitt upplegg frá Lucas Bøje-Larsen.

 

Heilt móti endanum fekk Helsingør pyntað um úrslitið til 4-2.

 

Adrian hevur higartil skotið trý mál upp á tveir dystir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

Hillerød er nummar sjey í deildini við 27 stigum. Hillerød er bert eitt stig aftanfyri Kolding, ið hevur 28 stig á sætta plássinum. Seks tey ovastu liðini vinna seg í ovara endaspælið. 

 

Komandi fríggjadag klokkan 17.30 spælir Hillerød dyst á útivølli móti HB Køge.