Adrian Justinussen hevur antin lagt upp til mál, ella hevur skorað mál í venjingardystunum hann higartil hevur spælt fyri Hillerød, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í kvøld var heldur einki undantak.
Hillerød vann 2-1 á Ishøj á útivølli. Adrian var aftur á blettinum fyri Hillerød og skoraði mál. Hitt málið hjá Hillerød var eitt sjálvmál.
Komandi mánadag klokkan 13 skal Hillerød spæla venjingardyst móti superliga-liðnum, Brøndby sum er ein spennandi uppgáva hjá Adrian og liðfeløgunum.