Adrian skift felag

Adrian Cieslewicz er ikki longur í Wrexham

Adrian Cieslewicz, sum er uppvaksin í Føroyum, hevur í dag skift frá Wrexham til Kidderminster Harriers. Hvørgin av pørtunum ynskir at upplýsa fíggjarligu viðurskiftunum í samband við skiftið, skrivar walisiska Daily Post.

 

Skjóti vongurin, sum er sonur fyrrverandi ÍF, VB og Sumba spælaran Robert Cieslewicz, hevur spælt uttanfyri Føroyar í góð seks ár. Hann byrjaði í Manchester City og hevur seinnu árini spælt við Wrexham.

 

-       Havi alment gjørt sáttmála við Kidderminster Harries í dag. Eri fegin um skiftið og vil gjarna siga eitt stóra takk til viðhaldsfólkini fyri stuðulin, sum eg havi fingið í Wrexham, skrivar Adrian á Twitter síðuni hjá sær í dag.

 

Póllendingurin hevur havt trupult við at sleppa á liðið síðani nýggi venjarin, Andy Morrell, tók við. Adrian er 23 ára gamal. Hann búði tilsamans í átta ár í Føroyum. Her í Føroyum hoyra vit meiri til eldra beiggjan hjá Adrian, sum er Lukasz Cieslewicz, ið spælir við B36.

 

Kidderminster Harries og Wrexham spæla bæði í fimtbestu deildini í Onglandi. Kidderminster Harries skal í FA Cup spæla móti Premier League liðnum Sunderland, men Adrian hevur longu spælt í FA Cup. Tí er hann leikbannaður í steypakappingini.