Adrian á pólska landsliðið

Adrian Cieslewicz, sonur gomlu VB-kempuna, Robert Cieslewicz, er júst blivin innkallaður til pólska U18-landsliðið. Adrian hevur leikt síni ungdómsár í VB, inntil hann veturin 2006 skrivaði sáttmála við enska Manchester City. Kviki áleyparin hevur ment seg so nógv í Onglandi, at hann nú er úttikin til U18-landsliðið. Hann skal møta í Warszawa 24. mai, har hann dagin eftir fer til Finnlands við restini av liðnum. Her skal liðið møta finska U18-landsliðnum í tveimum venjingardystum.

 

Stóribeiggi Adrian, Lukasz, er eisini yrkisleikari. Hann er sáttmálabundin í Brøndby, men er í løtuni leigaður út til Hvidovre. Pápin Robert og unnusta hansara eru fyri stuttum flutt aftur til Póllands.