Nú eru ársins miðvallarar í føroyskum fótbólti eisini kosnir á Fótbóltsgalla 2018, sum Miðahúsið, FM1 og FSF í kvøld skipa fyri.
Brynjar Hløðversson (HB), Adrian Justinussen (HB) og Árni Frederiksberg (NSÍ) vóru tilnevndir hjá monnum, meðan EBS/Skála-leikararnir Ansy Jakobsen, Birna T. Mikkelsen og Margunn Lindholm vóru tilnevndar hjá kvinnum.
Tað endaði við, at Adrian Justinussen varð kosin ársins miðvallari hjá monnum, og Margunn Lindholm varð kosin ársins miðvallari hjá kvinnum.