Adrian legði upp til mál í fyrsta dystinum fyri Hillerød

Fyrsti dysturin hjá Adrian Justinussen fyri Hillerød endaði við einum 1-3 tapi fyri Lyngby. Talan var um fyrsta dystin hjá Magna Hoseth sum høvuðsvenjari hjá Lyngby

Ígjár var uppgerð millum liðið í donsku superliguni, ið Magne Hoseth venur, Lyngby og liðið hjá Adriani Justinussen, Hillerød sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Magna Hoseth at fáa ein sigur í hansara fyrsta dysti sum høvuðsvenjari hjá Lyngby. Lyngby vann dystin 3-1.

 

Adrian Justinussen gjørdi tó vart við seg við at leggja upp til málið hjá Hillerød, ið Valdemar Schousboe skoraði.

 

Lyngby BK – Hillerød 3-1 (2-1) - venjingardystur

 

1-0, Jonathan Amon (15 min)

 

2-0, Marcel Rømer (19 min)

 

2-1, Valdemar Schousboe (27 min)

 

3-1, Michael Opoku (80 min)

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Hillerød á heimavølli venjingardyst móti Hvidovre.

 

HER er tað sum Magne Hoseth hevði at siga um sín fyrsta dyst sum høvuðsvenjari hjá Lyngby:

 

##med2##