Leygarkvøldið bleiv Adrian Justinussen steypavinnari fyri triðju ferð við HB. Hann var sjónligur í spælinum og tað er einki nýtt fyri tey í HB. Adrian Justinussen hevur verið ein ímynd av síðani, síðani stóra gjøgnumbortið í 2018, tá hann undir Heimi Guðjónsson vann FM.
Í gjár fekk gøtumaðurin í HB landsliðsboð og tað eru tekin um, at tað er ikki bara fyri at sita á bonkinum. Landsliðsvenjarin leitar eftir skapandi spælarum til dystirnar móti Norra og Albania. Her passar Adrian Justinussen væl til uppgávuna.
Undir steypafinaluni fór ein søga at ganga um, at Adrian Justinussen er á veg til íslendskan fótbólt. Keldur í Íslandi siga seg vita, at FH við júst Heimi Guðjónsson sum venjara, hava víst 7 aranum hjá HB stóran áhuga.
- Eg havi onga avgerð tikið, segði Adrian Justinussen eftir steypafinaluna við Televarpið.
Fyrr í ár hevur ljóðað at bæði Víkingur og KÍ hava víst Adriani áhuga. Hann er uttan sáttmála fyri endan av kappingarárinum. Adrian Justinussen hevur fyrr gjørt greitt, at hann hevur eitt ynski um at spæla uttanlands og hevur eitt nú royndarvant í AC Horsens undir Jens Berthel Askou.